Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið Uttanríkistænastan Almannamálaráðið
  
  
  
  
  Kunningartilfar  Tyrlutilbúgving

Um tyrluverkætlanina

 

Fiskimálaráðið hevur sáttmála við Atlantic Airways P/F (Atlantsflog) um tyrlutilbúgving og Vinnumálaráðið (Strandfaraskip Landsins – SL) hevur sáttmála við Atlantsflog um innanoyggja tyrluflugving. Báðir sáttmálar ganga út 31. desember 2010.

 

Tískil er neyðugt at ein sáttmáli kemur í staðin, sum er galdandi frá 1. januar 2011.

 

Fiskimálaráðið hevur skipað eina verkætlan, sum skal liggja til grund fyri tyrlutilbúgvingini í Føroyum uppá styttri og longri sikt.

 

Sum frá líður verður ymiskt tilfar um verkætlanina lagt út á heimasíðuna.