Verkætlanin í Fiskimálaráðnum um at endurskoða fiskivinnulóggávuna, sum var sett í gongd í fjør summar, er nú liðug.
Á leiðini hava verið tríggir høvuðsvarðar:
1. Fiskivinnuting 16. november 2012
2. Frágreiðing til aðalorðaskiftis í Løgtinginum 4. desember 2012
3. Lógaruppskot um at broyta fiskivinnulóggávuna eru latin Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Uppskotini eru grundað á ætlanirnar, sum landsstýrismaðurin legði fram í uppriti til landsstýrisfund í januar 2013. Uppskotini um broytingar verða nú viðgjørd í politisku skipanini. Tá henda viðgerð er liðug, verður tilfarið sent til almenna hoyring.
Fundir hava harumframt verið í politiska fylgibólkinum, har allir politisku flokkarnir í Løgtinginum eru umboðaðir. Eisini hava fundir verið við umboð fyri vinnuna á sjónum.
Alt skrivligt tilfar frá verkætlanini er tøkt á heimasíðuni.