08-02-2010
|
Frágreiðingar handaðar Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, í dag 8. februar 2010

Verkætlanarbólkarnir hava í dag, 8. februar 2010, handað landsstýrismanninum í fiskivinnumálum “Frágreiðing um útlendskan kapitalpart í fiskivinnuni”, “Frágreiðing um brúksskyldu” og “Frágreiðing um umsetiligheit”.
Frágreiðing um útlendskan kapitalpart í fiskivinnuni
Ætlanin er, at frágreiðingin skal vera grundarlag undir politiskari viðgerð og orðaskifti, sum skal lýsa ávirkanina av “útlendskum kapitalparti” í fiskivinnuni, og við serligum atliti at yvirskipaðu endamálsorðingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap og ætlanum landsstýrisins í samgonguskjalinum.
Í verkætlanarbólkinum vóru:
Verkætlanarleiðari: Óli Samró, FAREC International, búskaparfrøðingur,
Limur: Heri Joensen, Fiskimálaráðið, búskaparfrøðingur,
Limur: Sunniva Joensen, Fiskimálaráðið, løgfrøðingur.
Úrtak og niðurstøður kunnu síggjast á síðu 6-8 í frágreiðingini, sum kann takast niður her.
Brúksskylda
Niðurstøðan í frágreiðingini um brúksskyldu er, at eigarar av fiskiførum yvir 15 tons, sum fáa fiskiloyvi útskrivað frá landinum, skulu hava skyldu at brúka hesi loyvi. Um ikki verður loyvið tikið aftur.
Frágreiðing er gjørd við støði í orðingini í samgonguskjalinum um, at brúksskyldur skulu fylgja við brúksrættinum til fiskatilfeingið.
Í løtuni er eingin skylda at brúka tey fiskiloyvi, landið letur. Tann, ið fær loyvi, kann í prinsippinum sita á loyvinum, uttan at brúka tað, so leingi treytirnar fyri at hava loyvi annars eru loknar. Í øðrum føroyskum tilfeingisvinnum, m.a. í alivinnuni og kolvetnisvinnuni, er brúksskylda ein partur av lógarverkinum.
Frágreiðingin mælir til, at ein brúksskylda verður løgd á loyvini hjá fiskiførum yvir 15 tons, so at loyvi, sum ikki verða brúkt í tvey ár á rað, vera tikin aftur.
Í verkætlanarbólkinum vóru:
Jens Helgi Toftum, fiskivinnufrøðingur, Fiskimálaráðið
Rúna Guttesen, løgfrøðingur, Fiskimálaráðið
Frágreiðingin kann takast niður her.
Umsetilig fiskirættindi
Frágreiðingin um umsetilig fiskirættindi lýsir umsetiligheit sum amboð í fiskiveiðistýringini, og hvussu umsetiligheitin virkar innan fyri verandi lógarkarmar.
Uppskotini um broytingar hava støði í endamálinum í lógini um vinnuligan fiskiskap um at tryggja besta samfelagsliga íkastið frá fiskivinnuni, og orðingina í samgonguskjalinum um, at allar tilfeingisvinnur skulu geva størst møguligt búskaparligt avkast.
Frágreiðingin staðfestir, at um hesi mál skulu røkkast við umsetiligheit, so er tørvur á at broyta lógarkarmarnar, so at flyting av fiskirættindum verður smidligari og fríari.
Flestu avmarkingar í lógini fyri at handla fiskirættindi eru í flotanum, sum er undir fiskidagaskipan í føroyskum sjógvi. Uppskotini í frágreiðingini um at broyta verandi reglur fyri flyting av fiskirættindum snúgva seg tí mest um hendan partin av fiskiflotanum.
Í verkætlanarbólkinum vóru:
Jens Helgi Toftum, fiskivinnufrøðingur, Fiskimálaráðið
Rúna Guttesen, løgfrøðingur, Fiskimálaráðið
Frágreiðingin kann takast niður her.
|