Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið Uttanríkisráðið Almannamálaráðið
  
  Forsíða

17-02-2010 | Nýggj tilbúgving til útflutningsvinnuna




Tá ið trupulleikar eru hjá útflutingsvinnuni, ræður um at bera skjótt at, og beinanvegin at fáa savnað fólkini, sum kunnu hjálpa vinnuni at loysa tey vandamál, sum brádliga taka seg upp. Nú hevur Uttanríkisráðið saman við vinnuni skipað fyri tílíkari tilbúgving. Eg ivist ikki í, at vit munnu klára at loysa flestu trupulleikarnar bæði skjótt og væl, tá ið vinnan og myndugleikarnir taka lógvatak saman, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri. 
Trupulleikar hjá útflutningsvinnuni verða nú loftaðir beinanvegin, teir stinga seg upp. Hetta verður gjørt til tess at fyribyrgja, at stór virðir hjá útflutningsvinnuni ikki fara fyri skeyti.
Saman við vinnuni er tað Uttanríkisráðið, sum hevur tikið stig til hesa tilbúgving. Tilbúgvingin er skipað við fakfólki, og alt eftir hvat málið snýr seg um, verða viðkomandi partar, sum varða av ella hava fakliga vitan um evnið, eisini partar av vinnutilbúgvingini.
 
Uppgávan er at loysa íkomnar trupulleikar, ella at lýsa og koma við tilmæli til rætta myndugleika um, hvussu málið eigur at verða loyst.
 
Tey, ið hava tørv á at venda sær til vinnutilbúgvingina, skulu ringja til Uttanríkisráðið á telefon 306115 ella senda teldupost til tilbugving@mfa.fo