Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Heilsumálaráðið Almannamálaráðið
  

02-07-2012 | Norðurlond hava avgerandi leiklut í arbeiðinum fyri mattrygdini í heiminum

Hetta segði Ann Tutweiler, varastjóri í FAO, á Norðurlendska ráðharrafundinum 28. juni undir viðgerðini av úrslitinum av RIO+20, og hvussu heimsins matframleiðsla kann koma øllum til góðar. Norðurlond gera eitt megnar arbeiði, bæði tá tað snýr seg um stuðul, og tá tað snýr seg um at vísa vegin. Ann Tutweiler rósti eisini Norðurlondunum fyri leiklutin á RIO+20 ráðstevnuni við at fáa “havið” so langt upp á dagsskránna og so sjónligt í deklaratiónini “The future we want”. Ráðharrarnir løgdu eisini stóran dent á tann jaliga leiklutin, javnstøðan hevur á støðuna í heiminum og ikki minst, tá tað kemur til at breyðføða allar heimsins íbúgvar.
 
Norðurlendsku ráðharrarnir samtyktu “Nidarosdeklaratiónina” um Grønan Vøkstur, sum var eitt av evnunum, ið varð viðgjørt á ráðstevnu frammanundan ráðharrafundinum. Ráðstevnan um Grønan vøkstur legði stóran dent á aling. Tær stóru framtíðar avbjóðingarnar vórðu viðgjørdar við atliti at, hvussu meira matur kann framleiðast úr sjónum. Fóðuravmarkingar er størsta hóttanin móti vøkstri í alingini. Millum annað var nevnt, at fóður til alifisk ikki átti at kappast við tilfeingi, sum annars kann fara beinleiðis til matna, og at fóður eigur at fáast til vega longri niðri í føðiketuni í havinum og/ella á landi. Stórt granskingarvirksemi fer fram á økinum.
 
Sí Nidarosdeklaratiónina:
 
Annað nýtt frá ráðharrafundinum:
 
Kontaktpersónur í Fiskimálaráðnum er Ásmundur Guðjónsson.

  Forsíða