Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið Uttanríkistænastan Almannamálaráðið
  
  Forsíða

14-11-2012 | Jacob Vestergaard væntar eitt spennandi fiskivinnuting




Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, væntar sær nógv av fiskivinnutinginum, sum verður fríggjadagin.
-Fiskivinnutingið er eitt gott høvi at skifta orð um átrokandi mál í fiskivinnuni, og eg vænti eitt áhugavert og spennandi fiskivinnuting, sigur hann. 
Hann vísir á, at politiska skipanin er farin undir at viðgera fiskivinnulóggávuna, og skal í næstum taka støðu til fleiri týðandi vinnupolitisk mál, og hvussu politisku karmarnir hjá fiskivinnuni skulu vera í framtíðini.
-Evnini, sum eru á skránni á fiskivinnutinginum, eru eisini sera viðkomandi fyri arbeiðið at endurskoða fiskivinnulóggávuna, sum vit eru farin í holt við, sigur landsstýrismaðurin. – Høvuðsendamálið við tí arbeiðinum má vera at fáa eina breiða politiska semju um stabilar politiskar karmar fyri fiskivinnuna og skipa so fyri, at fiskiríkidømið kastar sum mest av sær til føroyska samfelagið.  
Jacob Vestergaard væntar, at fiskivinnutingið fer at geva nógv góð input til politikarnar, sum kann verða íblástur, tá lógarverkið í fiskivinnuni verður viðgjørt tær komandi vikurnar.
Fiskivinnutingið verður á Hotel Føroyum nú fríggjadagin 16. november.