Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Heilsumálaráðið Almannamálaráðið
  

15-01-2013 | Fiskiveiðisamráðingarnar millum Føroyar og Ísland

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og íslendski starvsbróðir hansara, Steingrímur J. Sigfússon, eru komnir ásamt um sínámillum fiskiveiðirættindini fyri 2013.
 
Avtalan verður á sama støði sum í 2012. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans. Toskakvotan verður 1.200 tons, sum er tað sama sum undanfarin ár. Beinleiðis fiskiskapur eftir kalva og svartkalva er framhaldandi ikki loyvdur.
 
Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2013/2014 verður 30.000 tons, um heildarkvotan verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan 5% av heildarkvotuni. Føroysk skip kunnu virka 2/3 av kvotuni til matna, men eftir 15. februar avmarkað til 1/3. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu ¾ tilsamans virkast til matna, men tó ikki meir enn 1/3 eftir 15. februar. Hetta er óbroytt frá avtaluni fyri 2012.
 
Føroyar hava í fleiri ár gjørt vart við sína misnøgd við, at Ísland setir treytir fyri, hvussu føroysk skip gagnnýta sína kvotu – antin til framleiðslu til matna umborð ella til framleiðslu til matna aðrastaðni enn í Íslandi. Eftir føroyskum tykki er hetta eisini í stríð við Hoyvíkssáttmálan og semjur gjørdar í tí sambandi. Ísland var kortini heldur ikki hesaferð sinnað at ganga føroyska sjónarmiðinum á møti. Føroyar boðaðu tí á fundinum frá, at málið fer at verða tikið upp aftur við seinni høvi.
 
Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2013 verður framhaldandi 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt 2.000 tons.
 
Semja er um at halda fram við skipanunum um, at skipini fáa atgongd at fiska ávikavist norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.
 
Partarnir umrøddu onnur mál av felags áhuga, m.a. strandarlandasamráðingarnar um makrel, norðhavssild og svartkjaft. Ráðharrarnir kunnaðu hvønn annan um støðuna hjá hvørjum landi hesum málum viðvíkjandi, og umrøddu støðuna serliga við atliti at, at ongin strandarlandaavtala enn er fingin í lag hvørki fyri makrel, norðhavssild ella svartkjaft fyri 2013.
 
Harumframt umrøddu ráðharrarnir støðuna viðvíkjandi kongafiski í Irmingarhavinum og í Norðurhøvum og støðuna viðvíkjandi svartkalva, sum Ísland og Grønland hava gjørt avtalu teirra millum um.

  Forsíða