Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið Uttanríkisráðið Almannamálaráðið
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  Ráðið  Stovnar  Lønjavningarstovan

Lønjavningarstovan

Lønjavningarstovan er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum.
 


Lønjavningarstovan umsitur:

  • minstuløn og dagstudning
  • mánaðarliga minstaforvinning til útróðrarmenn
  • sjúkratrygd til fiskimenn
  • stuðul til flutning av fisk
  • forskotsgrunn fiskiflotans
  • skráseting av mynstring við føroyskum fiskiskipum
  • skráseting av veiðihagtølum

 
Lønjavningarstovan, sum hevur virkað síðan 1947, virkar ídag undir ásetingum í løgtingslóg nr. 73 frá 23. mai 1997, broytt við lóg nr. 83 frá 7. desembur 1998.

Lønjavningarstovan fyrisitir:

Lóg nr. 112 frá 29. desembur 1998, broytt við lóg nr. 29 frá 23. apríl 1999, lóg nr. 103 frá 22. desembur 1999 og lóg nr. 112 frá 6.mai 2003 um minstuløn og dagstudning.
Inntøkutrygd verður veitt fiskimonnum við bústaði í Føroyum, sum eru mynstraðir við fiskiskipi, sum er størri enn 30 tons og skrásett í Føroyum.
Minstalønin er frá 1. mai 2010 kr. 529,78 um dagin (60% av 8 vanligum tímalønum). Minstalønin verður skerd 100% við hýruni fyri túrin og fellur tí burtur, tá daghýran er 530 kr.
Afturat hesum verður latin dagstudningur kr. 353,18 um dagin (munurin millum 8 tímalønir og minstulønina). Fyri hvørja krónu fiskiparturin fer uppum minstulønina, lækkar dagstudningurin við 65 oyrum. Hetta merkir, at dagstudningurin er burturdottin, tá fiskiparturin er komin upp á kr. 1.067 um dagin.
Frítíðarløn verður eisini goldin av hesi inntøkutrygd.
Inntøkutrygdin er galdandi frá tí degi farið verður, og til tann dag komið verður aftur, tó ikki fleiri dagar enn brúktir eru sambært fiskidagaskipanini.
 
 
 
Minstaforvinningur verður veittur persónum við bústaði í Føroyum, og sum vinna á føroyskt skrásettum fiskiførum undir 110 tons á útróðri á føroysku landleiðini.
Minstaforvinningur er ein mánaðarlig veiting, tá ávísar fortreytir eru loknar.
Fyri at koma í skipanina er neyðugt, at vera tilmeldaður skipanina, áðrenn 1. arbeiðsdag í hvørjum mánaða, og at báturin skal hava avreitt í minsta lagi fyri kr. 70.000 og kr. 10.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón ávikavíst 6 og 3 teir seinastu mánaðarnar.
Minstiforvinningurin er frá 1. mai 2010 kr. 11.037 (100 vanligar tímalønir). Hann verður minkaður við 50 oyrum fyri hvørja krónu, sum útróðrarmaðurin hevur forvunnið í fiskiparti og aðrari A-inntøku. Veitingin er sostatt burturdottin, tá mánaðarinntøkan er komin uppá kr. 22.074.
Frítíðarløn verður ikki goldin av minstaforvinningi.
Grundarlagið fyri fiskipartinum er 40% av brutto avreiðingarvirðinum býtt við tilmeldaða manningartalinum.
 
 
Veitt verður mynstraðum fiskimonnum sjúkratrygd, um teir fara sjúkir í land, og hetta verður váttað av skipara og lækna. Sjúkratrygdin er frá 1. mai 2010 kr. 529,78 um dagin umframt frítíðarløn. Sjúkratrygdin kann veitast í mesta lagi í 75 samfeldar dagar og í mestalagi 180 dagar í einum álmanakkaári.
Innlatingarfreistin er 60 dagar og freistin fyri fyrsta læknaviðtalu er 14 dagar eftir heimkomu.
Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at tíðarfreistirnar verða hildnar.
 
 
 
Fyri at javnstilla flutningsútreiðslurnar, verður veittur flutningsstuðul.
Stuðul verður latin til flutning av fiski og fiskavørum: frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð og til framleiðsluvirki, frá útróðrarbátum og til uppboðssølu, frá fiskavirki og til avskipingarhavn.
 
 
 
Grunnurin verður stýrdur av eini 3 manna nevnd, umboðandi Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið, Maskinmeistarafelagið, og  Skipara & Navigatørfelagið.
Endamálið við forskotsskipanini er at veita fiskimonnum á fjarfiskiflotanum forskot. Veitt verður kr. 20.000 í forskoti um mánaðin á túrinum. Tá túrurin verður avroknaður, verða fiskimenn skuldskrivaðir, og reiðarin skal gjalda forskotið aftur til Forskotsgrunninum innan 6 vikur aftaná landing.
 
 
Skráseting av mynstringum.
Allar mynstringar hjá føroyskum fiskiskipum verða skrásettar í serligar edvskipan, har bæði á og avmynstring verða gjørdar so hvørt vit fáa mynstringarlistar og avrokningar.
 
Skrásetingum av veiðihagtølum.
Avreiðingar hjá øllum føroyskum skipum verða skrásettar í serligari avreiðingarskipan.
Skrásett verður fiskifar, avreiðingardagur, túrbyrjan og túrendi, veiðiháttur, fiskiøki, manningartal, fiskasløg í støddum, vekt og virði.
 
 

 

Teldurpostur hjá Lønjavningarstovuni: lon@fisk.fo

Starvsfólk

 
Navn:
Starv:
Tlfnr:
Teldupost
Hanni Thomsen
 
Deildarstjóri
353021
Jógvan Glerfoss
 
Skrivstovumaður
353022
Gunnvør Vestergaard
 
Skrivstovukvinna
353027
Anna Helena Olsen
 
Skrivstovukvinna
353026

Jónhild Johannesen

Skrivstovukvinna
353023

jonhild.johannesen@fisk.fo

 

Katrina Simonsen
Skrivstovukvinna
353024
katrina.simonsen@fisk.fo