|
|
Millumlanda samstarv
|
|
|
FAO - Matvøru- og landbúnaðarfelagsskapur hjá ST |
|
|
|
Føroyar hava atlimaskap í FAO. Limalondini í FAO samstarva um fiskivinnu og aling í eini serligari fiskivinnunevnd, vanliga kallað COFI (Committee on Fisheries).
|
NEAFC - North-east Atlantic Fisheries Commission |
|
|
|
NEAFC er ein millumlanda felagsskapur fyri samstarv um skipanir fyri fiskiskapi í altjóðasjógvi í landnyrðings-partinum av Atlantshavinum. Samtyktir hjá NEAFC viðvíkjandi ferðandi fiskastovnum taka vanliga støði í avtalum, ið frammanundan eru gjørdar millum strandarlondini, sum t.d fyri norðhavssild, makrel og svartkjaft. Um avvarðandi strandarlandið tekur undir við tí, kann NEAFC eisini samtykkja skipanir fyri økið innan fyri 200 markið (grein 6 í sáttmálanum). Føroyar luttaka í NEAFC í felagi við Grønlandi undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG), har Danmark er formligi sáttmálaparturin.
Meira fæst at vita á www.neafc.org |
NAFO - Northwest Atlantic Fisheries Organization |
|
|
|
NAFO er millumlanda felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av Atlants-havinum. Fyri Føroyar hevur regulering av fiskiskapi eftir rækjum í NAFO økjum 3L (Grand Bank) og 3M (Flemish Cap) serligan áhuga, umframt fiskiveiðumøguleikar eftir svartkalva og kongafiski á NAFO leiðum. Føroyar fiskaðu í mong ár tosk í 3M (Flemish Cap), men av tí at stovnurin hevur verið so illa fyri seinastu árini, er framvegis bann sett móti beinleiðis toskaveiði. Føroyar luttaka í NAFO í felagi við Grønlandi undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG), har Danmark er formligi sáttmálaparturin.
|
NAMMCO - North Atlantic Marine Mammal Commission |
|
|
|
NAMMCO er millumlanda felagsskapurin fyri samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdýrum í Norður Atlantshavinum. Føroyar hava egnan limaskap í NAMMCO saman við Íslandi, Noregi og Grønlandi. Harumframt luttaka Kanada, Japan, Danmark og Russland sum eygleiðarar.
|
NASCO - North Atlantic Salmon Conservation Organization |
|
|
|
NASCO er millumlanda felagsskapurin við ábyrgd fyri umsiting av laksafiskiskapi í Norðuratlantshavi. Við støði í tí vánaligu støðuni, sum laksastovnarnir sum heild eru í, er samtykt innan NASCO ikki at áseta nakra kvotu fyri føroyskan sjógv í 2008. Føroyar halda fast um rættin at fiska laks í føroyskum sjógvi. Taka føroyskir myndugleikar avgerð um at loyva fiskiskapi í føroyskum sjógvi, skulu Føroyar boða NASCO frá hesi avgerð, so NASCO fær møguleika at viðgera føroysku avgerðina í skundi. Føroyar luttaka í NEAFC í felagi við Grønlandi undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG), har Danmark er formligi sáttmálaparturin.
|
SPRFMO - South Pacific Regional Fisheries Management Organisation (undir stovnan) |
|
|
|
Føroyar luttaka í samráðingunum um at stovna ein felagsskap fyri fiskiveiði í Suðurkyrrahavinum (South Pacific Regional Fisheries Management Organisation – SPRFMO). Luttakandi londini samtyktu í 2007 fyribils tiltøk at avmarka verandi uppsjóvar- og botnfiskiskap í Suðurkyrrahavinum, m.a. fiskiskapin eftir rossamakreli í altjóða sjógvi útfyri Kili, har føroysk skip eisini royna.
Áhaldandi samráðingarnar millum strandarlondini og onnur lond, sum fiska í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum hava sum endamál at semjast um ein nýggjan millumlanda sáttmála fyri samstarv um fiskiveiði í økinum, undantikið veiði eftir víttferðandi fiskastovnar so sum tunfiskur.
|
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |