Føroyar luttaka í fleiri millumlanda felagsskapum, ið hava til endamáls at skipa fiskiskap og veiðu eftir havsúgdjórum. Føroyar luttaka bæði sjálvstøðugt vegna Føroyar og í felagsskapi við Grønland undir heitinum DFG (Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland).

Tað hevur stóran týdning, at Føroyar eru umboðaðar í teimum felagsskapum, har avgerðir um fiskiveiðu og nýtsla av havsins súgdjórum verða tiknar, og spurningar hesum viðvíkjandi viðgjørdir. Á henda hátt hava Føroyar eisini ávirkan á avgerðir, ið kunnu hava ávirkan á Føroyar, og at tala fyri føroyskum áhugamálum í altjóða samfelagnum.

Til vinstru sæst nærri frágreiðing um teir felagsskapir, har Føroyar eru umboðaðar.