Gransking og royndir í Fiskimálaráðnum fevnir yvirskipað um tríggjar bólkar.

Hesir eru fiskivinnuroyndir (Fiskivinnugransking), royndarfiskiskapur og uppsjóvar royndarfiskiskapur. Uppsjóvar royndarfiskiskapur fevnir um vinnuligar fiskiveiðiroyndir, eins og vinnuligar royndir og verkætlanir.

Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar gransking og menning í fiskivinnuni. Talan er um at stuðla ítøkiligum verkætlanum, sum fyritøkur, einstaklingar ella stovnar kunnu seta í verk.

Royndarfiskiskapur verður framdur samsvarandi §§ 34,50 og 64 í lóg um fyrisiting av sjófeingi, sum sigur, at landsstýrismaðurin kann eftir ummæli frá Havstovuni lata fiskifari undir føroyskum flaggi serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap.

Uppsjóvar royndarfiskiskapur fevnir um vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir svartkjafti, norðhavssild og makrel, eins og eina nýggja skipan við vinnuligum royndum og verkætlanum. Nýggja skipanin við vinnuligum royndum og verkætlanum, fevnir um svartkjaft, makrel og norðhavssild, verður latin umsøkjarum til verkætlanir, sum hava eitt menningar-og nýskapanarmál í gagnnýtsluni av nevndu fiskasløgum.