Í kunngerðini, sum skipar føroyska fiskiskapin eftir norðhavssild í 2017, eru 6.000 tons av norðhavssild sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir.

Nøgdin skal fiskast í føroyskum sjógvi.

Umsóknir, um at fáa loyvi at fiska part av avsettu kvotuni, skulu verða Fiskimálaráðnum postboks 347, 110 Tórshavn, í hendi áðrenn klokkan 12:00 mikudagin 16. august 2017.

í avgreiðsluni av umsóknum verður dentur serliga lagdur á menningar- og nýskapanarvirði í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.

Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Umsóknarblaðið, sum er gjørt til endamálið, fæst við at trýsta her.

Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, fæst við at trýsta her.

Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017 (Hækkaðar kvotur, uppboðssøla og vinnuligar royndir) fæst við at trýsta her.