Fiskiveiða

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið umsitur lógina um sjófeingi og aðrar tilhoyrandi lógir. Sostatt umsitur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið allan vinnuligan fiskiskap og hevur ábyrgdina av, at fiskastovnarnir verða veiddir á lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggum grundarlagi.

Umsitingin av vinnuliga fiskiskapinum fevnir um fiskiskap í føroyskum sjóøki við føroyskum og útlendskum skipum og um føroysk skip í fremmandum sjógvi.

Umsókn um fiskiloyvi sendast til Vørn

Frá 1. september 2012 verður øll málsviðgerð og avgreiðsla í sambandi við veiði- og fiskiloyvi til fiskifør, ið eru undir fiskidagaskipanini til botnfisk á føroysku landleiðunum flutt frá Fiskimálaráðnum til Fiskiveiðieftirlitið.