Veiðiloyvi

Sambært lógini verður veiðiloyvi lýst sum ein góðkenning, ið landsstýrismaðurin veitir fiskifari at veiða á føroysku landleiðini og á leiðum uttan fyri føroyskan sjógv. Í stuttum kann sigast, at veiðiloyvið staðfestir, at fiskifarið hevur loyvi at veiða/fiska. Eitt fiskifar hevur eitt veiðiloyvi. Undantakið eru bátar smærri enn 15 tons. Hesir hava bert fiskiloyvi, ið – fyri hendan bólkin – gevur somu rættindi sum veiði- og fiskiloyvi hjá størri førum. Vanliga er veiðiloyvi ikki broytiligt, og verður tí ikki skrivað út hvørt ár. Løgfrøðiliga allýsingin av veiðiloyvi er í lógini um sjófeingi.

Fiskiloyvi

Sambært lógini er fiskiloyvi allýst sum “tann rættur, sum landsstýrismaðurin hevur latið eigara av ávísum fiskifari at veiða ávísa nøgd/ella ávíst fiskidagatal úr ávísum fiskastovni á ávísum leiðum ávíst ár. Eitt skip kann hava fleiri fiskiloyvi. Fiskiloyvið staðfestir, hvat, hvussu nógv, hvar og nær fiskifarið kann veiða. Nýtt fiskiloyvi verður skrivað út hvørt ár ella til hvørja vertíð. Gildistíðin í einum fiskiloyvi er ikki longri enn eitt ár ella eina vertíð. Rættindini, sum eitt fiskiloyvi fevna um, broytast ofta frá ár til ár. Mest vanliga broytingin er, at dagatalið ella tonsatalið (kvotan) broytist. Løgfrøðiliga allýsingin av fiskiloyvi er í lógini um sjófeingi.

Fiskidagaskipanin

Í hesi skipan verður fiskiskapurin avmarkaður við mest loyvda tali av døgum. Verður mett, at ov nógv verður veitt úr einum ella fleiri fiskastovnum, so kann eitt tiltak vera at lækka samlaða talið av fiskidøgum, ið flotin kann nýta. Skipanin við fiskidøgum fevnir um ein part av fiskiflotanum, ið roynir við Føroyar. Í høvuðsheitum veiðir hesin bólkur fiskasløgini upsa, tosk, hýsu, svartkalva, kongafisk, brosmu og longu. Skipanin er bygd á eitt fiskiár, sum er frá 1. januar til 31. desember. Fiskifør í fiskidagaskipanini eru býtt sundur í bólkar. Løgtingið ásetur í august mánaði á hvørjum ári eitt ávíst fiskidagatal fyri hvønn bólkin. Samlaða talið verður so býtt út á fiskiførini í bólkinum eftir tí lutfalli, sum dagatalið var hjá tí einstaka farinum við endan á farna fiskiári og/ella við byrjan av tí nýggja. 

Kvotaskipanin

Í hesi skipan verður fiskiskapurin avmarkaður við mest loyvdu veiðu av fiski roknað í tonsum. Verður mett, at ov nógv verður veitt úr einum stovni, kann eitt tiltak vera at lækka tonsatalið fyri mest loyvdu veiðu. Øll kvotan í einum fiskiskapi ber vanliga heitið heildarkvota. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetur vanliga støddina á heildarkvotu, vanliga í samráðingum við onnur lond, tó at undantøk eru. Heildarkvotan kann verða skipað við tveimum høvuðsleistum: eginkvota ella felagskvota. Eginkvota er ein partur í tonsum, ið er latin einum fiskifari at veiða. Vanliga er møguligt at umseta (tað merkir selja/keypa) eina eginkvotu millum fiskifør, feløg og/ella persónar. Felagskvota er ein partur í tonsum, ið er latin einum bólki av fiskiførum. Felagskvotan kann ikki seljast/keypast.