Fiskivinnuroyndir

Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar gransking og menning í fiskivinnuni. Talan er um at stuðla ítøkiligum verkætlanum, sum fyritøkur, einstaklingar ella stovnar kunnu seta í verk. Játtanin í 2014 var 3,8 milliónir krónur og 2,209 milliónir í 2015. Árliga eru um 12 til 25 verkætlanir í skipanini hjá Fiskivinnuroyndum.