Um royndarfiskiskap - broyting februar 2020

Samsvarandi §§ 34,50 og 64 í lóg um fyrisiting av sjófeingi kann landsstýrismaðurin eftir ummæli frá Havstovuni lata fiskifari undir føroyskum flaggi serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap.


Landsstýrismaðurin hevur í nýggjari kunngerð nr. 8 frá 11. feb. 2020 um loyvi til royndarfiskiskap ásett nærri reglur um mannagongdir og treytir í umsitingini av royndarloyvum.


Loyvi kann verða latið til verkætlanir í samanlagt trý ár, tó í mesta lagi upp til eitt ár í senn. Árliga loyvið kann bert verða endurnýggjað, um treytirnar í loyvinum hava verið hildnar.


Nýggja kunngerðin kann lesast her.


Umsøkjarar skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn á nýggjum serligum oyðiblaði, sum er tøkt á heimasíðu Fiskimálaráðsins. Oyðiblaðið fæst við at trýsta her.


Til ber altíð at seta seg í samband við Jákup Mørkøre, fulltrúa og samskipara, um ivamál eru í samband við umsóknirnar. Fartlf. 553248 – ella teldupost jakupmo@fisk.fo