Vinnuligar fiskiroyndir


Vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli fyri 2021 (1900 tons)

Í kunngerðini um veiðu eftir makreli fyri 2021 er ásett, at 1.900 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli, stytt VFeM2021.

Nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.
Umsóknarfreistin er kl. 12.00 fríggjadagin 18. juni 2021.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.

Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal eisini um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar.

Kunngerð nr. 85 frá 26. mai 2021 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021 sæst við at trýsta her.