Vinnuligar fiskiroyndir


Vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2022 (1800 tons)

Í kunngerðini um veiðu eftir makreli fyri 2022 er ásett, at 1.800 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli.

Nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.


Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mikudagin 20. juli 2022.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði.

Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal eisini um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar.

Kunngerð nr. 108 frá 5. juli 2022 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022 sæst við at trýsta her.