Vinnuligar fiskiroyndir


Vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild fyri 2021 (3700 tons)

Í kunngerðini um veiðu eftir norðhavssild fyri 2021 verður er ásett, at 3.700 tons eru tøkar til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild - stytt VFeNS 2021. 
Umsóknarfreistin er kl. 12.00 hósdagin 3. juni 2021.

Nøgdin skal veiðast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi (smb. §6).
Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.

Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal eisini um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar.

Kunngerð nr. 7 frá 15. januar 2021 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021 sæst við at trýsta her.