Vinnuligar fiskiroyndir


Vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild fyri 2022 (3500 tons)

Í kunngerðini um veiðu eftir norðhavssild fyri 2022 verður er ásett, at 3.500 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mánadagin 22. august 2022.
Nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði.

Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal eisini um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar.

Kunngerð nr. 181 frá 22. desember 2021 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2022, sum broytt við kunngerð nr. 109 frá 5. juli 2022, sæst við at trýsta her.