Vinnuligar fiskiroyndir


Vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti fyri 2021 (7800 tons)

Í kunngerðini um veiðu eftir svartkjafti fyri 2021 er ásett, at 7.800 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti - stytt VFeSK 2021. Umsóknarfreistin er 20. januar 2021.

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mikudagin 20. januar 2021.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.

Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð (um talan er til matna), og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini. Um talan er um at fiska til matna og ídnað á sama túri/túrum er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu latin til matna kann fara til ídnað.

Kunngerð nr. 205 frá 22. des. 2020 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021. Kunngerðin fæst við at trýsta her.