Vinnuligar royndir og verkætlanir

Sambært kunngerðini er møguligt at søkja um kvotu til trý ymisk endamál, ávikavist til vinnuligar royndir og verkætlanir, verkætlanir í sambandi við ítøkiligt skipakeyp, umframt ískoytiskvotu til verandi skiparakstur.

1. Vinnuligar royndir og verkætlanir (§ 49, stk. 1, 1. pkt)

Søkjast kann um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir, ið hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í gagnnýstluni av nevndu fiskasløgum.

Umsóknir skulu nágreiniliga lýsa eina vinnuliga roynd ella verkætlan, sum kvotan skal brúkast til, umframt nøgd av fiskaslagnum ella nøgdir av fiskasløgum, ið søkt verður um. Umsóknir skulu lýsa, hvussu vinnuliga royndin ella verkætlanin, sum kvotan skal nýtast til, kann skapa ella stimbra undir menning, nýskapan og virðisøking í gagnnýtsluni av fiskaslagnum. Umsóknir kunnu fevna um virksemi á sjógvi eins og virksemi á landi.

Gevið gætur, umsóknir um kvotu sambært § 49 stk. 1, 1. og 2. pkt. verða viðgjørdar undir einum. Samlaða tøka nøgdin til vinnuligar royndir og verkætlanir, herundir verkætlanir viðvíkjandi ítøkiligum skipakeypi, er:

  • 7.813 tons av makreli
  • 10.824 tons av norðhavssild
  • 18.961 tons av svartkjafti

Oyðublað, vegleiðing og metingarskjal til umsókn um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir (§ 49, stk. 1, 1. pkt) kann takast niður her.

2. Ítøkilig skipakeyp (§ 49, stk. 1, 2. pkt)

Møguligt er eisini at søkja um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til verkætlanir, ið snúgva seg um ítøkilig skipakeyp av fiskifari, ið ikki hevur veiðiloyvi ella ikki hevur fiskiloyvi í bólki 5.

Í umsóknini skal greiðast frá ítøkiligari verkætlan, ið vísir á ítøkiliga avtalu um keypssáttmála av fiskifari, játtan fyri fígging av skipakeypi og rakstri, umframt rakstrarætlan, ið ber seg fíggjarliga við minstu nøgdum, sum søkt verður um.

Gevið gætur, umsóknir um kvotur sambært § 49 stk. 1, 1. og 2. pkt. verða viðgjørdar undir einum. Samlaða tøka nøgdin til vinnuligar royndir og verkætlanir, herundir verkætlanir viðvíkjandi ítøkiligum skipakeypi, er:

  • 7.813 tons av makreli
  • 10.824 tons av norðhavssild
  • 18.961 tons av svartkjafti

Oyðublað, vegleiðing og metingarskjal til umsókn um kvotu til ítøkilig skipakeyp (§ 49, stk. 1, 2. pkt) kann takast niður her.

3. Ískoytiskvota til verandi skiparakstur

Fiskifør, hvørs eigari lýkur treytirnar í § 49, stk. 3 kunnu søkja um ískoytiskvotu at styrkja verandi skiparakstur.

Fyri at fáa lut í ískoytiskvotuni skal fiskifarið í 2019 ella 2020 hava fingið útskrivað fiskiloyvi og skal í hesum sambandi vera skrásett at hava avreitt svartkjaft av føroyskum kvotum.

Tøka nøgdin til ískoytiskvotur er:

  • 12.640 tons av svartkjafti

Oyðublað, vegleiðing og metingarskjal til umsókn um ískoytiskvotu (§ 49, stk. 2) kann takast niður her.

Umsókn skal sendast Fiskimálaráðnum á fisk@fisk.fo.

Umsóknarfreistin er týsdagin 6. juli 2021 kl. 12.00.

Kunngerð nr. 95 frá 11. juni 2021 um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir kann takast niður her.