Í kunngerðini, sum skipar føroyska fiskiskapin eftir makreli í 2018, eru 1.925 tons av makreli sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir.

Umsóknir, um at fáa loyvi at fiska part av avsettu kvotuni, skulu sendast til Fiskimálaráðið, postboks 347, 110 Tórshavn, ella á fisk@fisk.fo áðrenn kl. 12.00 fríggjadagin 10. august 2018.

Í avgreiðsluni av umsóknum verður dentur serliga lagdur á menningar- og nýskapanarvirði í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.

Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Umsóknarblað, sum er gjørt til endamálið, fæst við at trýsta her

Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018 fæst við at trýsta her.

Hendan er broytt við kunngerð nr. 86 frá 28. juni 2018. (Hækkað kvota og broytt umsóknarfreist) fæst við at trýsta her.