Í kunngerðini um veiðu eftir makreli fyri 2019 er ásett, at 1.900 tons eru tøkar til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir.

Nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.
Umsóknarfreistin er kl. 12.00 hósdagin 8. august 2019.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.

Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal eisini um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar.

Kunngerð nr.176 frá 21. desember 2019 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019 sæst, sum seinast broytt við Kunngerð nr. 93 frá 1. juli 2019 (§12, stk. 1 (nøgdin) og §22, stk. 2 (freistin)) sæst her.