Í kunngerðini um veiðu eftir makreli fyri 2020 er ásett, at 1.900 tons eru tøkar til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir.

Nøgdin kann veiðast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mánadagin 1. juni 2020.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.

Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal eisini um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar.

Kunngerð nr.159 frá 30. desember 2019 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020 sæst við at trýsta her.