Í kunngerðini um veiðu eftir norðhavssild fyri 2020 er ásett, at 3.700 tons eru tøk til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir.

Nøgdin skal veiðast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mikudagin 3. juni 2020.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.
Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal eisini um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar.

Kunngerð nr. 32 frá 26. mars 2020 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020 sæst við at trýsta her.