Kunngerðin um veiðu eftir svartkjafti verður nú broytt, soleiðis at 8.382 tons verða tøk til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir.

Nøgdin skal veiðast í føroyskum - ella NEAFC øki.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mánadagin 22. oktober 2018.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður (fyri makrel og norðhavssild) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.

Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Kunngerðini um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti 2018 verður lýst fríggjadagin 12. oktober 2018.