Í kunngerðini um veiðu eftir svartkjafti fyri 2020 var ásett, at 7.800 tons eru tøk til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir. Umsóknarfreistin er 20. januar 2020.


Nøgdin skal veiðast í føroyskum ella NEAFC øki.


Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.


Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mánadagin 20. januar 2020.


Umsóknarblað fæst her.


Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.
Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.


Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð (um talan er til matna), og hvussu hesin kemur til høldar. Um talan er um at fiska til matna og ídnað á sama túri/túrum er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu latin til matna kann fara til ídnað.


Kunngerð nr. 161 frá 30. des. 2019 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020. Kunngerðin fæst við at trýsta her.