Lýst verður alment eftir umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir og ískoytiskvotur.


Tøka nøgdin til vinnuligar royndir og verkætlanir er:
• 4.260 tons av makreli
• 8.095 tons av norðhavssild

Tøka nøgdin til ískoytiskvotur er:
• 2.840 tons av makreli
• 5.397 tons av norðhavssild

Seinasta freist at søkja er mánadagin 10. august 2020 kl. 12.00.

Umsóknir um vinnuligar royndir og verkætlanir og umsóknir um ískoytiskvotur skulu sendast til Fiskimálaráðið, Yviri við Strond 15, Postrúm 347, 110 Tórshavn ella umvegis fisk@fisk.fo.

Gevið gætur! Umframt umsóknina skal oyðiblað útfyllast. Leiðbeining til einstøku teigarnar á oyðiblaðnum er aftast á oyðiblaðnum.

Oyðiblaðið við leiðbeining til vinnuligar royndir og verkætlanir er at finna við at klikkja her

Oyðiblað við leiðbeining til ískoytiskvotur er at finna við at klikkja her

Ásetingar um vinnuligar royndir og verkætlanir og ískoytiskvotur, mannagongdir, treytir o.a. eru ásettar í kunngerð nr. 118 frá 10. juli 2020, sum sæst við at klikkja her

Lógargrundarlagið undir vinnuligum royndum og verkætlanum og ískoytiskvotum er § 49 í sjófeingislógini, sum sæst við at klikkja her

Er tørvur á nærri upplýsingum, ber til í vanligari arbeiðstíð at venda sær til Fiskimálaráðið, Andras Kristiansen, deildarstjóra, telefon 55 32 41 / andras.kristiansen@fisk.fo.