North Atlantic Marine Mammal Commission (NAMMCO) 

Norðuratlantiska nevndin fyri havsúgdýr, NAMMCO, varð stovnað í 1992 við avtalu millum Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg um økisbundið samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdýrum í Norður Atlantshavinum.

Føroyar hava sostatt egnan limaskap í NAMMCO. Kanada, Japan, Danmark og Russland luttaka sum eygleiðarar. NAMMCO Ráðið (Council) og tilhoyrandi nevndir og arbeiðsbólkar halda vanliga fundir einaferð um árið og annars eftir tørvi.

Vísindanevndin (Scientific Committee) hjá NAMMCO veitir ráðnum og umsitingarnevndunum hjá NAMMCO vísindaliga ráðgeving um hvala- og kópastovnar. Harumframt hevur vísindanevndin síðan 1995 skipað fyri umfatandi hvalateljingum við regluligum millumbili.  T-NASS (Trans North Atlantic Sighting Survey) í 2007 varð tann mest umfatandi av slíkum kanningum higartil. Úrslitini av teljingunum fara at geva grundarlag at endurnýggja stovnsmetingar av m.ø. grindahvali á okkara leiðum.

NAMMCO hevur tvær umsitingarnevndir – Management Committe for Cetaceans (hvalir) og Management Committee for Seals and Walruses (kópar og roysningar), sum er einasta milllumlanda samstarv av sínum slagi um umsiting av kópastovnum.

NAMMCO hevur eitt virkið tekniskt samstarv millum veiðimenn og djóralæknaserfrøðingar um avlíving av hvalum og kópum (Committee on Hunting Methods). Gjøgnum hetta samstarv hava Føroyar høvið at fáa mett um áhaldandi arbeiðið at bøta um avlíving av grindahvalum í Føroyum og kunna seg um royndir í øðrum londum.

NAMMCO hevur eina eygleiðaraskipan, sum gevur limalondum høvi at halda eyga við, hvussu væl eftirlitið við hvala- og kópaveiði í hinum londunum virkar. NAMMCO eygleiðarar hava nakrar ferðir seinastu árini verið í Føroyum og eygleitt grindadráp vegna NAMMCO.

NAMMCO skrivstovan heldur til í Polar Environment Centre í Tromsø, Noregi.

Meira fæst at vita á www.nammco.no