Fiskimálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Fiskivinna   >   Millumlanda samstarv   >   NASCO

North Atlantic Salmon Conservation Organization (NASCO)

NASCO er millumlanda felagsskapur við ábyrgd fyri umsiting av laksafiskiskapi í Norðuratlantshavi. Eingin laksakvota hevur verið ásett í føroyskum sjógvi seinastu árini.

Føroyar halda fast um rættin at fiska laks í føroyskum sjógvi. Taka føroyskir myndugleikar avgerð um at loyva fiskiskapi í føroyskum sjógvi, skulu Føroyar boða NASCO frá hesi avgerð, so NASCO fær møguleika at viðgera føroysku avgerðina í skundi. Føroyar luttaka í NASCO í felag við Grøn­landi undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG), har Danmark er formligi sáttmálaparturin.

Meira fæst at vita á www.nasco.int.