Fiskimálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Fiskivinna   >   Millumlanda samstarv   >   SPRFMO

South Pacific Regional Fisheries Management Organisation (SPRFMO)

Føroyar hava luttikið í samráðingunum um at stovna ein felagsskap fyri fiskiveiði í Suðurkyrrahavinum (South Pacific Regional Fisheries Management Organisation – SPRFMO). Luttakandi londini samtyktu í 2007 fyribils tiltøk at avmarka verandi uppsjóvar- og botnfiskiskap í Suðurkyrrahavinum, m.a. fiskiskapin eftir rossamakreli í altjóða sjógvi útfyri Kili, har føroysk skip eisini royna.

Áhaldandi samráðingarnar millum strandarlondini og onnur lond, sum fiska í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum hava sum endamál at semjast um ein nýggjan millumlanda sáttmála fyri samstarv um fiskiveiði í økinum, undantikið veiði eftir víttferðandi fiskastovnum so sum tunfiskur.

Meira fæst at vita á www.southpacificrfmo.org