Sambært §§14-18 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, verða ávís fiskirættindi seld á uppboðssølu. 25% av svartkjaftarættindum verða seld og 15% av rættindum av norðhavssild, makreli, botnfiski í Barentshavinum, toski á Flemish Cap og botnfiski í Eysturgrønlandi. Harumframt verður øll nøgdin, sum fer uppum ávíst mark ásett í lógini, seld sum uppboðsárskvota.

Landskassin hevur síðan 2011 selt rættindi til 402 tús. tons á uppboðssølu og hevur hesi árini havt eina inntøku á 598 mió. kr.

ÁrNøgd (tons)Miðalprísur (kr/kg)Upphædd (1.000 kr)
201120.0003,672.040
201636.0001,6659.797
2017121.3151,11135.225
2018117.3291,22143.387
2019107.9721,74187.692
Tilsamans402.6161,49598.141