Fiskimálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Onnur veiða   >   Fuglaveiða

Fuglaveiða

Loyvt er at veiða og skjóta hesar fuglar:

Alt árið: Kráka, ravnur, kjógvi, skúgvur, havhestur, súla og øll másasløg, rita tó bert á sjónum. 

  • 1. oktober - 20. januar: Lundi, lomvigi og álka.
  • 1. oktober - 30. november: Skarvur.

Uppi á landi yvirhøvur, eisini á vøtnum og firðum, víkum og sundum og á sjónum yvirhøvur út at fiskimarkinum, er allur fuglur friðaður móti skjóting og veiðu, sum ikki er tilskilaður omanfyri.

Fuglaveiða og skjóting yvirhøvur er ikki loyvd sunnu- og halgidagar.

Loyvt er bert at nýta høglbyrsu, ið kann løðast við í mesta lagi 2 patrónum.

Veiðiøki

Á sjónum út at fiskimarkinum undir Føroyum er veiðirætturin við teim avvikum, sum tilskilað eru í fuglaveiðilógini, opin fyri einum og hvørjum, sum hevur føroyskan/danskan heimarætt.

Uppi á landi eigur grundeigarin veiðirættin.

Undir friðaðum bjørgum má eingin skjóta á sjónum nærri enn 3 fjórðingar úr næsta punkti á landi og hálvfjórðing hvørju megin við bergið í tíðini 15. mars - 31. august.

Undir friðaðari urð má eingin skjóta í sama tíðarskeiði nærri enn hálvfjórðing, mett sum omanfyri.