03.10.2022 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Allir stovnar undir Fiskimálaráðnum verða grønir

Allir stovnar undir Fiskimálaráðnum verða grønir

Fiskimálaráðið arbeiðir við at fáa allar sínar stovnar grønar. Næsta ár leggur Havstovan um til jarðhita.

Tilsamans 2,5 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini næsta ár til eina grøna orkuloysn á Havstovuni.

Pengarnir skulu brúkast til eina jarðhitaskipan.

Havstovan væl egnað

Landsverk hevur kunnað Fiskimálaráðið um, at bygningurin í Nóatúni, har Havstovan heldur til, er sera væl egnaður til at leggja um til varandi orkukeldur. Landsverk mælir til eina jarðhitaskipan, sum væntandi fer at kosta um 2,5 mió. krónur.

Mett verður, at við verandi oljuprísum er íløgan afturgoldin eftir 6-7 árum.

Veðurstøð og MRCC eru grøn

Fiskimálaráðið arbeiðir við, at allir stovnarnir undir ráðnum skulu leggja um til varandi orkukeldur. MRCC-støðin hevur jarðhita, og tað sama er við Veðurstøðini. Nú verður Havstovan eisini partur av grønu loysnunum.

Fiskimálaráðið og Vørn húsast í leigaðum hølum, sum ikki eru rikin við varandi orkukeldum – enn. Ráðið fer at taka upp samband við útleigaran um skifta til grøna orku.