05.07.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Almenn fráboðan um uppboðssølu 2016

Almenn fráboðan um uppboðssølu 2016

Kunngerðin um uppboðssølu av rættindum at veiða makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum er lýst.

Í hesum sambandi verður alment boðað frá, nær einstøku sølurnar fara fram og/ella nær seinasta freist er at lata boð inn.

Sølurnar av makreli, norðhavssild og botnfiski í Barentshavinum fara fram í døgunum frá 11. til 22. juli 2016.

Uppboðssølan er skipað um tveir uppboðssøluhættir: Opin uppboðssøla og afturlatin uppboðssøla.

Opin uppboðssøla

Dagfestingin fyri opnu uppboðssøluni ásetur, nær sølan fer fram.

Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni hesar dagar:

  • Mánadagur 11. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 1.200 tons.

  • Hósdagur 14. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.

  • Hósdagur 14. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.

  • Hósdagur 21. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.

  • Hósdagur 21. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.

Reglugerð fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo.

Tal og stødd á sølulinjum verða lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya í góðari tíð undan sølunum.

Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo, telefon 41 41 41 ella fmf@fmf.fo.

Afturlatin uppboðssøla

Dagfestingin fyri afturlatnu uppboðssøluni staðfestir seinastu freist at lata boð inn.

Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssøluni.

Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, kl. 12.00, hesar dagar:

  • Hósdagur 14. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.

  • Mánadagur 18. juli 2016: Botnfiskur í norska partinum av Barentshavinum, 600 tons.

  • Hósdagur 21. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.

  • Fríggjadagur 22. juli 2016: Makrelur, 2.000 tons.

Reglugerðin fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Vørn, www.vorn.fo.

Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Vørn, www.vorn.fo, telefon 31 10 65 ella vorn@vorn.fo

Svartkjaftur

Rættindini til at veiða svartkjaft verða boðin út um mánaðarskiftið august-september 2016 (í viku 35 og 36). Kunnað verður nærri um hetta í øðrum tíðindaskrivi.

Fiskimálaráðið, 5. juli 2016

Høgni Hoydal, landsstýrismaður