13.04.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Broyting í kunngerð um landing í Føroyum er nú lýst

Broyting í kunngerð um landing í Føroyum er nú lýst

Dennis Holm, landsstýrismaður hevur lýst kunngerð, sum heimilar, at skip eins og undanfarin ár fram til 15. juni kunnu landa svartkjaft uttanlands. Móttøkuorkan í Føroyum er avmarkað, so skip verða noydd at liggja og bíða eftir landingartørni. Til tess at tryggja, at føroyska svartkjaftakvotan serliga verður fiskað, tá svartkjafturin er í føroyskum sjógvi, verður frávik gjørt frá galdandi áseting um, at allur fiskur, tó undantikin 15%, skal landast í Føroyum.

Talan er um broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019, sí her.