29.05.2024 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Broyting í reglunum um veiðu eftir hummara til húsbrúks

Broyting í reglunum um veiðu eftir hummara til húsbrúks

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lýst kunngerð, sum broytir reglurnar um fiskiskap eftir hummara norðan fyri Streymin og í Hvannasundi soleiðis, at nú er bert loyvt at fiska hummara til húsbrúks, um tú hevur hummaraloyvi.

 

Eftir kunngerðini, sum kom í 2022, er avmarkað hummaraveiða til húsbrúks loyvd á ávísum hummaraøkjum, eisini við bátum, sum ikki hava vinnuligt hummaraloyvi ella annað fiskiloyvi.

 

Økini vóru í fyrstu atløgu sett eftir, um vinnulig veiða hevði verið har undanfarnu árini. Um hetta seinni broyttist, skuldi regluverkið endurskoðast.

 

Broytingin, sum nú er lýst, ber í sær, at leiðirnar norðan fyri Streymin og í Hvannasundi eisini koma á listan yvir hummaraøki, har bara bátar, sum hava vinnuligt hummaraloyvi, hava loyvi at royna.

 

Frammanundan var henda regla galdandi fyri hummaraøkini sunnan fyri Streymin í Sundalagnum, á Kollafirði, á Skálafirði, á Kaldbaksfirði, á Tangafirði og á Funningsfirði.

 

Endamálið við broytingini, sum nú er lýst, er at stuðla undir skipaðan og burðardyggan fiskiskap eftir hummara.

 

Kunngerðin um broyting í kunngerð um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks kann lesast her.