04.01.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Broytingar í landsfyrisitingini

Broytingar í landsfyrisitingini

Trý nýggj fólk eru fyribils sett at røkja starvið sum aðalstjórar í landsfyrisitingini.

Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni, er sett fyribils sum aðalstjóri í nýggja Lógar- og innlendismálaráðnum. Somuleiðis er Pól E. Egholm, deildarstjóri á vinnudeildini, settur fyribils sum aðalstjóri í nýggja Umhvørvismálaráðnum.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, hevur valt at takka fyri seg eftir 17 hendingarík og spennandi ár sum aðalstjóri. Fyrstu tíðina fer Rógvi at virka sum serligur ráðgevi í Fiskimálaráðnum, men eftir ætlan fer hann eisini at átaka sær aðrar uppgávur í landsfyrisitingini. Elin Mortensen, sendikvinna Føroya til Evropa Samveldið, er fyribils sett sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Tey trý aðalstjórastørvini í Lógar- og innlendismálaráðnum, Umhvørvismálaráðnum og Fiskimálaráðnum verða lýst leys seinni í ár.