24.04.2024 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Dennis Holm vitjað á Seafood Expo Global

Dennis Holm vitjað á Seafood Expo Global
1 / 10

Dennis Holm, landsstýrismaður vitjaði í gjár á heimsins størstu fiskivinnumessu Seafood Expo Global, sum verður hildin í Barcelona í hesari vikuni.

Sambært Vinnuhúsinum, sum saman við Sansir samskipar føroyska landabásin, er talan um eina alsamt vaksandi messu og somuleiðis støðugt vaksandi føroyska luttøku. Talan er um eitt serstakt høvi at sýna fram fyri luttakarum úr øllum heiminum, eins og at hitta veitarar og keyparar á einum og sama stað.

Dennis Holm, landsstýrismaður, nýtti høvi at vitja føroyska landabásin og hitta umboð frá føroysku vinnuni.

“Við dugnaligum fólki, fyrstafloks vørum og vøkrum og innbjóðandi føroyskum landabási er greitt, at vit standa ikki aftanfyri nakran, tá ið tað kemur til matvørur úr sjónum í heimsflokki” sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.