05.09.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Eingin svartkjaftur seldur á uppboði í dag

Eingin svartkjaftur seldur á uppboði í dag

Fiskamarknaður Føroya bjóðaði í dag út rættindi at veiða 5.000 tons av svartkjafti fyri Fiskimálaráðið. Staðfest varð, at eingin keypari var til ásetta minstaprísin á 30 oyru. Tríggir keyparar vóru tilmeldaðir uppboðssøluna.

Uppboðssøla av hesum 5.000 tonsunum av svartkjafti verður tikin uppaftur á Fiskamarknaði Føroya í morgin kl. 11.