02.10.2024 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár

Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár

Prosjekteringin av Tjørnuvíkartunlinum gongur væl, og næsta ár verður eftir ætlan farið undir at bora tunnil til Tjørnuvíkar. 

 

Í 2023 vóru fyrstu upphæddirnar settar av til at prosjektera Tjørnuvíkartunnilin, og í ár er játtan sett av til at gera prosjekteringina lidna. Á fíggjarlógini næsta ár er eisini játtan til Tjørnuvíkartunnilin, og verður tað eftir ætlan farið undir at bora tunnilin, tá komið er nakað út á árið. 

 

Íløgur í vegir, tunlar, havnir og undirsjóvartunlar eru týðandi grundarlag undir at menna føroyska samfelagið. Gott infrakervi er ein týðandi liður í trivnaðinum hjá fólki kring landið. Nýggja farleiðin til Tjørnuvíkar er eisini ein liður í hesum politikki. “Samgongan hevur raðfest Tjørnuvíkartunnilin og við tí tryggjað, at farleiðin til og úr Tjørnuvík gerst betri, so sambandið við restina av Føroyum kann koma upp á sama støði sum í øðrum pørtum av landinum”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. 

 

Landsverk hevur um hendi allar fyrireikingar í samband við Tjørnuvíkartunnilin, og eftir ætlan verður tað tunnilstoymið hjá Landsverki, sum fer at bora Tjørnuvíkartunnilin. Harumframt vera fleiri veitarar knýttir at verkætlanini.