02.07.2020 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiskapur í sambandi við ferðavinnu skipaður

Fiskiskapur í sambandi við ferðavinnu skipaður

Sambært lógini um sjófeingi kann loyvi latast til fiskiskap í føroyskum sjógvi í sambandi við ferðavinnu. Nú er nýggj kunngerð lýst, sum skipar ferðavinnufiskiskap við báti ella fiskifari í føroyskum sjógvi.

Fiskiskapurin kann bert fara fram við tráðu, snøri ella hondsnellu. Loyvt er ikki at avreiða ella selja veiðu frá ferðavinnufiskiskapi. Hvørt ferðafólk kann fiska í mesta lagi 60 kg av fiski í rundari vekt.

Loyvi til ferðavinnufiskiskap kann verða latið eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi. Umsóknir um fiskiloyvi skulu sendast til Vørn.

Tær umsóknir um ferðavinnufiskiskap, sum Fiskimálaráðið hevur fingið, verða sendar Vørn til avgreiðslu. Tí er ikki neyðugt hjá hesum umsøkjarum at senda Vørn somu umsókn.

Kunngerðin kemur í gildi 3. juli 2020, og kann lesast her:

Fiskimálaráðið