05.01.2018 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiveiðisamráðingar millum Føroyar og Ísland

Fiskiveiðisamráðingar millum Føroyar og Ísland

Føroyar undrast stórliga á støðuna og kunningina hjá íslendsku stjórnini av fisikiveiðisamráðingunum millum Føroyar og Ísland og mótmæla, at ein galdandi fiskiveiðiavtala er sett úr gildi.

Samráðingarnar millum Føroyar og Ísland, í Tórshavn 13. desember 2017, um fiskiveiðisáttmála fyri 2018 komu ikki á mál. Partarnir gjørdu av at halda fram við samskiftinum, so ein nýggj avtala kundi gerast fyri 2018.

Millum jóla og nýggjárs eru tó sera óvanlig og einsæris stig tikin frá íslendsku stjórnini, og kunningin frá íslendsku myndugleikunum um samráðingarnar er ikki í samsvari við føroysku støðuna.

Ísland hevur m.a. sett eina gjørda og galdandi avtalu um lodnufiskiskap fyri 2018 úr gildi.

Føroya landsstýri undrast stórliga á hesa framferð og mótmælir hesum óheimilaða stigi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sambært stýrisskipanarlógini ráðført seg við uttanlandsnevnd Løgtingsins um málið.

Ikki nýggj ella økt krøv úr Føroyum

Í kunningini í Íslandi um samráðingarnar eru løgd fram viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við føroysku støðuna og sjónarmiðini.

M.a. verður sagt, at Føroyar hava sett økt og nýggj krøv fram í samráðingunum við Ísland. Tað er ikki rætt. Talan var um vanligar samráðingar, har ymisk ynski hjá pørtunum verða sett fram, og har tikið verður aftur í tey viðurskifti, ið eru óloyst, og sum partarnir áður hava samráðst um og avtalað árini undan.

Undir samráðingunum settu Føroyar enn einaferð fram sítt sjónarmið um ógrundaðu forðingarnar, sum Ísland krevur at verða í gildi fyri føroysk skip, ið fiska lodnu í íslendskum sjógvi.

Ísland krevur av føroyskum skipum, at eftir 15. februar kunnu tey bert landa ein triðing av lodnuni til virkingar til matna í Føroyum. Frá føroyskari síðu verður víst á, at hetta kravið ikki er heimilað sambært ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum.

Føroyar hava í fleiri ár viljað havt broytingar í hesum viðurskiftunum, tí tað er óskiljandi í eini fiskiveiðiavtalu, at eitt tilfeingi ikki skal kunna virðisøkjast til bestu góðsku og prís – og stór virði fara fyri skeyti.

Í seinastu samráðingum í 2017 varð avtalað millum partarnar, at Ísland skuldi taka stig til, at embætisfólk skuldu samráðast og gera eina niðurstøðu um hetta mál í seinasta lagi á sumri 2017. Hetta er tó ikki gjørt. Hóast áheitanir um at farið verður undir samráðingarnar, hevur Ísland ikki tikið nakað stig.

Tí ynsktu Føroyar undir samráðingum nú, at ítøkilig stig verða tikin, ið flyta okkum á røttu leið til at taka burtur hesar avmarkingar.

Ynski um umbýti av kvotum

Føroyar settu eisini ynski um víðkaðar møguleikar hjá føroyskum skipum at fiska tosk í íslendskum sjógvi og bjóðaðu kvotur av uppsjóvarfiski afturfyri. Eisini bjóðaðu Føroyar Íslandi framhaldandi atgongd at fiska svartkjaft og norðhavssild í føroyskum sjógvi.

Ísland vildi ikki á fundinum gera avtalu um stig til at lætta um forðingarnar fyri føroysku lodnuskipini. Afturímóti broyttum møguleikum at fiska tosk setti Ísland m.a. sum krav, at føroyska lodnukvotan skuldi minka við tí, sum svarar til 20%.

Tað var ikki gjørligt hjá pørtunum á hesum grundarlagnum at gera semju, og samráðingarnar vórðu tí niðurlagdar fyribils, men avrátt varð at samskifta áfram til tess at finna loysnir og gera nýggja avtalu.

Eisini varð umrøtt, at Føroyar og Ísland frameftir eiga at samráðast um at gera ein rammusáttmála um fiskiveiði millum londini bæði.

Partarnir skiltust sostatt í einum góðum anda um at finna loysnir.

Enn er tó ongin semja gjørd, og tí er ongin nýggj fiskiveiðiavtala gjørd millum Føroyar og Ísland.

Avleiðingin av hesum er, at íslendsk skip eftir 31. desember ikki hava kunna hildið fram at fiska svartkjaft og norðhavssild í føroyskum sjógvi. Íslendsk skip hava seinastu árini fiskað so gott sum alla teirra svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi. Í 2017 hava íslendsk skip fiskað 196.300 tons av svartkjafti og 25.500 tons av norðhavssild í føroyskum sjógvi. Á sama hátt kunnu føroysk skip ikki halda fram at fiska botnfisk í íslendskum sjógvi í 2018. Føroysk skip hava seinastu mongu árini kunna fiskað 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi.

Ísland hevur nú harumframt tikið tað óvanliga og óheimilaða stig at taka aftur heimildina at fiska lodnu í íslendskum sjógvi, sum føroysk skip hava fram til 30. apríl 2018 samsvarandi avtalu millum fiskimálaráðharrarnar frá 16. januar 2017. Henda avtala er formliga staðfest í brævaskifti millum landsstýrismannin í uttanríkismálum og íslendska uttanríkisráðharran sum partur av fiskiveiðiavtalum millum londini fyri 2017.

Tað er m.a. fyri hesar veiðimøguleikar, at íslendsk skip í 2017 í føroyskum sjógvi hava fiskað at kalla alla teirra svartkjaftakvotu umframt ein munandi part av teirra kvotu av norðhavssild.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, undrast stórliga á, at Ísland á henda hátt leypur frá gjørdari avtalu millum Føroyar og Ísland og serstakliga, at hetta verður gjørt, eftir at Ísland hevur brúkt sínar møguleikar í avtaluni.

“Samráðingarnar millum brøðratjóðir fara fram við ynskjum frá londunum og royndum at finna loysnir og semjur, ið gagna báðum pørtum – og sum greiða afturvendandi óloyst mál. Vit eru úr Føroyum eisini farin til samráðingar hesaferð á vanligan hátt í góðum anda.”