09.07.2025 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

FISKIVINNAN Í FØROYUM – “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi 2025”

FISKIVINNAN Í FØROYUM – “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi 2025”

Nú eru yvirlitini “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi” tøk fyri 2025.

 

Endamálið við útgávunum er at tryggja gjøgnumskygni, soleiðis at fólk á einfaldan hátt fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.

 

Útgávan “Ognaryvirlit 2025” vísir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum.

 

Útgávan “Fiskirættindi 2025” er eitt yvirlit yvir fiskirættindi hjá føroyskum fiskiførum.

Yvirlitið er bygt upp í trimum stigum:

 

1.     Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum.

2.     Feløg. Hvørji feløg hava rætt til fiskirættindi í 2025.

3.     Skip og bátar. At hvørjum fiskiførum hava feløgini knýtt rættindini.

 

Tað eru Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Vørn, sum standa fyri útgávunum.

 

Útgávurnar liggja á heimasíðuni hjá Vørn (www.vorn.fo) undir Snarleiðir og hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum (www.fisk.fo) undir Kunning/Frágreiðingar og álit.