10.09.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskivinnugransking

Umsóknarfreistin fyri stuðul í 2010 er 15. oktober 2009.
 
Gransking er ein týðandi táttur í virksemi Fiskimálaráðsins. Virksemið kann býtast í hesi øki:
 
·        Fiskivinnuroyndir
·        Fiskivinnumenning á landi
·        Granskingarkjarnur
·        Regluligt samstarv millum Fiskimálaráðið og Havstovuna
 
Skipanin innan fiskivinnuroyndir byggir millum annað á, at Fiskimálaráðið kann veita stuðul til ávísar royndir, ið eru skipaðar eftir serstøkum leisti.
 
Samskipari og leiðari fyri virksemi okkara innan gransking er Jákup Mørkøre. Dagligi starvsstaður hansara er Fiskimálaráðið.
 
Fiskivinnugranskingin hevur sína egnu heimasíðu www.fvg.fo, har virksemið verður væl og virðiliga lýst.
 
Á heimasíðuni er virkisætlanin fyri árini 2009-2012 nærri lýst, og møguleiki er fyri at taka niður umsóknarblað og leiðbeining.