12.10.2022 · Fiskimálaráðið

Fiskivinnuroyndir 2023

Fiskivinnuroyndir 2023

Lýsing eftir umsóknum


Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í fimm høvuðsøki:

  • Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum
    •    Burðardyggur fiskiskapur
    •    Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum
    •    Kanning av uppvakstrarøkinum hjá fiski inni við land
    •    Skipan fyri góðskumeting av ráfiski

Serligur dentur verður lagdur á, at:

  • vinnan tekur lut í verkætlanini
    •    eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalfest
    •    samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands
    •    at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Fiskivinnuroyndir kunnu væntandi, innan fyri oman fyri nevndu høvuðsøki, í hesum umfari luta út 5,0 mió. kr. komandi ár til nýggjar og verandi verkætlanir.

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innan fyri oman fyri nevndu økir við fígging upp til 50%.

Umsóknir skulu vera samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. desembur 2022, kl. 12:00.

Meira fæst at vita:
Stevna, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal, samskipara, við møguligum spurningum.

Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2023.

Símun Grønadal, samskipari    
tlf.:       35 30 30
fartel.:  22 22 58

Umsóknir skulu sendast talgilt til: fisk@fisk.fo.