22.07.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fjórða afturlatna uppboðssølan hevur verið í dag

Fjórða afturlatna uppboðssølan hevur verið í dag

Uppboðssøla av 2.000.000 kg av makreli hevur verið í dag, og hetta gjørdist úrslitið:

Fram fekk 500.000 kg

Norðingur fekk 1.400.000 kg

Næraberg fekk 100.000 kg

Prísurin, ið øll skulu gjalda, er 3,60 kr/kg. Inn komu kr. 7.200.000,-.

Myndin omanfyri vísir tey 5 boðini, ið komu inn.

Marknaðarprísurin gjørdist 3,60 kr/kg. eftir boðnum hjá Næraberg.

Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 1,25 kr/kg.