06.05.2024 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í landnyrðingsgrønlandi í 2024

Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í landnyrðingsgrønlandi í 2024

Føroysk skip hava aftur í ár fingið loyvi at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski í landnyrðingsgrønlandi. Samanlagt hava 8 føroysk skip fingið loyvi at fiska 1.800 tons.

Fiskiskapurin verður skipaður sum felagskvota, har hvørt skip í mesta lagi kann fiska 400 tons.

Talan er um fyrisitingarøki, sum av grønlendskum myndugleikum verður allýst soleiðis: Det geografiske område der ligger nord for Grønland og øst for 42° V (vestlig længde) uden for søterritoriets grænse (3 sømil fra basislinien) ud til fiskeriterritories grænse (den eksklusive økonomiske grænse ved Grønland) afgrænset mod syd ved 27° vestlig længde.

Føroyska luttøkan í royndunum hevur støði í sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland.

Føroysk skip hava luttikið í líknandi royndum í landnyrðingsgrønlandi í nøkur ár, men lítið og einki er skrásett av veiðu hesi árini.

Treytir, knýttar at luttøkuni, eru, at einki skip kann veiða meiri enn 400 tons, og at skipini dagliga skulu taka staksýni og gera royndir av veiðuni sambært leiðbeining frá Pinngortitaleriffik (Grønlands Naturinstitut).