07.10.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar luttikið á heimsumfevnandi ráðstevnu um havið

Føroyar luttikið á heimsumfevnandi ráðstevnu um havið

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, umboðaði Føroyar á stóru altjóða ráðstevnuni Okkara Hav (Our Ocean), sum fór fram hósdagin og fríggjadagin í Malta, har ríkisleiðarar, umboð fyri kongshús, stjórnarleiðarar og aðrir ráðharrar og stjórnarumboð luttóku.

Ráðstevnan, sum Evropasamveldið var vertur fyri, var hin fjórða av sínum slag, ið fyrrverandi uttanríkisráðharrin hjá USA, John Kerry tók stig til í Washington DC í 2014.

Endamálið við Our Ocean, ið er eitt árligt tiltak á høgum politiskum stigi, er at varpa ljós á havið og at eggja lond, vinnulív og áhugafeløg at seta tiltøk í verk til tess at verja havumhvørvið og tryggja burðardygga gagnnýtslu av havinum og havsins tilfeingi.

Føroyska tiltakið um stórhavstjóðir og bláan vøkstur varð hildið í Malta í døgunum 2. – 4. oktober til tess at tryggja luttøku úr fleiri  londum, ið eisini fóru til Our Ocean ráðstevnuna hjá Evropasamveldinum. Luttøkan hjá Høgna Hoydal á báðum tiltøkum í Malta var gott høvi til at byggja víðari á tey sambond, sum Føroyar eru við at menna við onnur oyggjalond kring allan heim, ið  hava líknandi avbjóðingar og møguleikar sum Føroyar at skapa fleiri virði burturúr havsins livandi tilfeingi.

Meira um “Our Ocean” er at lesa á www.ourocean2017.org.

Somuleiðis er her ein leinkja til stutt filmsbrot frá løtuni, tá ið leiðararnir fyri ymisku sendinevndirnar vórðu avmyndaðir http://europa.eu/!cV83TJ.